BS Tøkni sp/f

Bókhald og el-arbeiði

Handil

Vitja okkara nýggja nethandil

Manglar tær hvítvørur? Vit hava breitt úrval av hvítvørum, í øllum prísklassum. Ovnar, kókiplátur, vaskimaskinur, turkitrumlir, frystiboksir og uppvaskimaskinur.

Vøran kann avheintast her hjá okkum, næsta yrkadag eftir at ordri er gjørdur, annars verður vøran send við Posta næsta yrkadag eftir at ordri er gjørdur.

Vøra verður send um alt landið - Frakt er íroknað øllum prísunum!


Sí handil okkara.

El-arbeiði

Vit hava drúgvar royndir við el-arbeiði á bæði sjógvi og landi.

Vit bæði selja og íseta nautiska útgerð, til skip og bátar.

Eisini hava vit royndir við eldsløkkiskipanum, til skip og bátar.

Beinir Joensen er løggildur av:

  • Sev til el arbeiði á landi
  • Skipaeftirlitinum til isolatiónsmátingar
  • Skipaeftirlitinum til eldsløkkiskipanir í skipum
  • Skipaeftirlitinum til eftirlit við GMDSS radioútgerð umborð á smærri vinnuførum undir 15m

Vilja tygum vita meira, eru tygum vælkomin at seta tygum í samband við okkum, við at ringja á +298 58 86 99, ella við at skriva til beinir@kallnet.fo

Bókhald

Eftir 8 ára royndir við bókhaldi, og 23 ár í starvi sum bankakvinna, stovnaði Sunrid Joensen, saman við Beinir Joensen, sp/f BS Tøkni 1. januar 2009.

Síðani hevur BS Tøkni tikið sær av bókhaldinum hjá fleiri smærri fyritøkum, og einstaklingum.

Vit kunnu hjálpa kundanum við hesum tænastum:

  • Ársrokniskapi
  • Bókhald
  • Fakturering
  • Skuldarrøkt, senda kontoavrit v.m.
  • Ognarrøkt
  • e-MVG uppgerðir
  • Hjálp við sjálvuppgávu

Vilja tygum vita meira, eru tygum vælkomin at seta tygum í samband við okkum, við at ringja á +298 74 86 99, ella við at skriva til sunrid.joensen@gmail.com